Naleraq vil hava landstingsval alt fyri eitt

Naleraq vil hava landstingsval alt fyri eitt
Formaðurin í Naleraq heldur, at nú eru møguleikar at seta ferð á sjálvstýristilgongdina í Grønlandi
Pele Broberg er formaður í Naleraq.
Mynd: Sermitsiaq  
 
23.01.2025 - 08:53

Landstingsval skal vera í Grønlandi í seinasta lagi 6. apríl í ár.

Men Pele Broberg, formaður í Parti Naleraq, heldur, at landsstýrisformaðurin, Mute B. Egede, eigur at útskriva val beinanvegin.

Tað sigur hann við grønlendska miðilin Sermitsiaq.

Pele Broberg vísir á støðuna, sum nú er íkomin, har Grønland er vorðið miðdepil í einum stórpolitiskum kjaki. Hann sigur, at Parti Naleraq tekur undir við samgonguni í, at tað er neyðugt hjá grønlendingum at standa saman nú, men at tað ikki gagnar støðuni, at eitt val og møguligt stjórnarskifti eru á veg.

- Nú eru møguleikar at seta fáa ferð á sjálvstýrisgongdina. Men hetta verður ikki brúkt konstruktivt, tí vit eru í eini støðu, har ein fráfarandi leiðsla lítið og einki fær gjørt, tí valskeiðið er farið at halla, sigur Pele Broberg við Sermitsiaq.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mánadag 13. juli
Oyggjar undir trýsti - 2. partur
210484
Mánadag 13. juli
Poppverturin 7
208460
Sunnudag 12. juli
Tónleikur í 13 øldir (2:10)
210346
Sunnudag 12. juli
Søgan um Johnny Cash 2.partur
210678
Nýggjastu sendingar í SV
Leygardag 11. juli
Vestanstevnuróðurin 2026
210817
Leygardag 11. juli
Vestanstevna 2026: 6 MANNAFAR KVINNUR
210815