'Huldulitt': Á gandaferð í Viðarlundini

'Huldulitt': Á gandaferð í Viðarlundini
Í hesum døgum er Viðarlundin í Havn eitt gandakent stað við ljósi og huldufólki, nú Visit Tórshavn skipar fyri tiltakinum 'Huldulitt', sum varpar ljós á siðsøgu og mentanararv
31.01.2025 - 19:24

"Vit hava funnið utav, at har er tørvur á at leggja meira dent á okkara søgu og siðvenju. Har eru nokkso nógv børn - og ikki bara børn, men eisini vaksin, sum ikki kenna nóg nógv til hesa verðina. "

Tað sigur Tordis á Rógvi Biskopstø, sum er stjóri í Visit Tórshavn, ið skipar fyri tiltakinum. Endamálið er at varpa ljós á okkara siðsøgu og mentanararv, leggur hon aftrat. 

Søgurnar um huldufólk í Føroyum vóru skrivaðar síðst í 1800 talinum, fortelur Jóan Pauli Joensen, sum er professari í siðsøgu. 

"Har eru søgur, hvar ein maður hevur møtt einari huldugentu - og hann fær hana enntá í songina við sær. Hon svevur millum hann og konuna, men hon sær hana ikki - bara hann sær hana", greiðir professarin frá. 

 

 

 

 

 

 

 
Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Leygardag 17. oktober
Jambalaja - 171026
214942
Leygardag 17. oktober
Upp á tá - 161026
214940
Fríggjadag 16. oktober
Vikuskiftið 16 okt 2026
214929
Nýggjastu sendingar í SV
Sunnudag 18. oktober
Andaktin við Jørgeni Frantz Andreasen
214952
Leygardag 17. oktober
Sement 2026 (3:3)
214954
Fríggjadag 16. oktober
Veðrið
214926
Hósdag 15. oktober
Leivur vil liva
214858
Hósdag 15. oktober
Veðrið
214846