Løgtingið steðgar verkfallinum

Løgtingið steðgar verkfallinum
Verkfallið, sum Maskinmeistarafelagið og Skipara- og Navigatørfelagið hava lýst við í morgin, leygardagin, verður ivaleyst av ongum
Allur flotin hjá Strandferðsluni verður lagdur, um ætlaða verkfallið ikki verður steðgað
 
01.11.2013 - 20:34

Klokkan 13.00 í morgin, leygardagin, er tingið kallað saman. Og einasta málið á skránni er lógaruppskot, sum skal steðga ætlaða verkfallinum.

Maskinmeistarafelagið og Skipara- og Navigatørfelagið hava annars lýst við verkfalli galdandi frá kl. 17.00 í morgin, eitt verkfall, sum hevði lagt alla rutuna hjá Strandferðsluni lamna.

Ósemja um hvílitíðina

Tey bæði manningarfeløgini, Maskinmeistarafelagið og Skipara- og Navigatørfelagið, hava verið í sáttmálasamráðingum við lønardeildina í landsstýrinum eina tíð - uttan at nakað úrslit spurdist burturúr.

Ósemja er um sonevndu hvílitíðina hjá manningunum.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Sunnudag 18. oktober
Filosofiskur (5)
214898
Leygardag 17. oktober
Jambalaja - 171026
214942
Leygardag 17. oktober
Upp á tá - 161026
214940
Nýggjastu sendingar í SV
Sunnudag 18. oktober
Andaktin við Jørgeni Frantz Andreasen
214952
Leygardag 17. oktober
Sement 2026 (3:3)
214954
Fríggjadag 16. oktober
Veðrið
214926
Hósdag 15. oktober
Leivur vil liva
214858
Hósdag 15. oktober
Veðrið
214846