Novo Nordisk 100 milliardir í vinningi

Novo Nordisk 100 milliardir í vinningi
Tað eru serliga Ozempic, sum er heilivágur fyri diabetes, og klænkiheilivágurin Wegovy, sum hava havt týdning fyri góða úrslitið
Hesir báðir heilivágirnir hava gjørt sítt til, at úrslitið hjá Novo Nordisk gjørdist so gott í fjør.
 
05.02.2025 - 08:22

Danski heilivágsframleiðarin Novo Nordisk hevði 101 milliard krónur í vinningi eftir skatt í 2024.

Tað vísir ársroknskapurin hjá fyritøkuni, sum hevði ein umsetning uppá 290 milliardir í fjør.

Umsetningurin vaks 25 prosent samanborið við  2023, og yvirskotið vaks 21 prosent.

Tað eru serliga Ozempic, sum er heilivágur fyri diabetes, og klænkiheilivágurin Wegovy, sum hava havt týdning fyri góða úrslitið hjá Novo Nordisk.

Útlitini eru eisini góð hjá Novo Nordisk, sum væntar at umsetningurin í 2025 fer at vaksa millum 19 og 27 prosent, og at vinningurin fer at verða millum 24 og 32 prosent størri.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Sunnudag 18. januar
Bolero
202862
Sunnudag 18. januar
Guðstænasta í Hvannasunds kirkju
202845
Sunnudag 18. januar
Akademia: Vald og rættur
202782
Nýggjastu sendingar í SV
Sunnudag 18. januar
Møti úr Missiónshúsinum í Leirvík
202840
Leygardag 17. januar
Andakt
202839
Fríggjadag 16. januar
Hondbóltur: Føroyar - Sveis
202852
Fríggjadag 16. januar
Veðrið
202797
Hósdag 15. januar
Veðrið
202738