USA leggur revsitoll á stál og aluminium

USA leggur revsitoll á stál og aluminium
Nýggju tollgjøldini koma í gildi 4. mars
Donald Trump, forseti, sigur, at hann fer at boða frá revsitolli á vørum úr øðrum londum næstu dagarnar.
Mynd: AFP/Ritzau Scanpix  
 
11.02.2025 - 08:58

USA leggur 25 prosent toll á stál og aluminium, sum verður innflutt.

Tað sigur amerikanski forsetin, Donald Trump, sambært Reuters.

Trump hevur skrivað undir fyriskipan, og nýggi tollgjøldini koma í gildi 4. mars.

- Tollgjøldini fyri stál og aluminium verða nú einfaldari, sigur Trump.

Í 2018 setti Donald Trump 10 prosent toll á innflutt aluminium og stál. Men stál úr Kanada, Meksiko og Brasil var undantikið. 

Tollgjøldini vórðu ikki ógildað av Joe Biden, fyrrverandi forseta. Hann gav eisini undantak fyri stál úr Bretlandi, ES og Japan.

Nýggi tollurin strikar øll undantøk.

Tey londini, sum útflyta mest stál til USA, eru Kanada, Brasil, Meksiko og Suðurkorea, vísa tøl hjá American Iron and Steel Institute.

Donald Trump sigur, at hann fer at boða frá revsitolli á vørum úr øðrum londum næstu dagarnar. Hann umhugsar at leggja toll á heilivág, bilar og telduflísar ella teldukipp.
 
 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Fríggjadag 28. august
Vikuskiftið 28 aug 2026
212437
Fríggjadag 28. august
Søgan um Johnny Cash 8. partur
212406
Fríggjadag 28. august
Breddin: Politiskt orðaskifti um eldraøkið
212394
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 28. august
Veðrið
212423
Fríggjadag 28. august
Dagur og vika - teknmálstulkað
212386
Hósdag 27. august
Veðrið
212358
Mikudag 26. august
Dagur og vika - teknmálstulkað
212290
Týsdag 25. august
Veðrið
212262