Trentemøller fer at spæl á G! festivalinum

Trentemøller fer at spæl á G! festivalinum
Danska heimstjørnan innan elektroniska tónleikapallin, Trentemøller, kemur at framføra á G! festivalinum í summar
 
11.02.2025 - 14:16

Trentemøller breyt ígjøgnum við útgávuni "The Last Resort" í 2006. 

Plátan stendur enn sum ein varðin innan elektroniska pallin í Danmark. 

Serliga lagið "Moan" gjørdist kent, ella rættari sagt, so var tað endurmiksið hjá Trentemøller sjálvum av sínum egna lagi, ið hittaði. 

 

Danski ljóðborðsgandakallurin hevur síðani latið úr hondum fleiri útgávur síðani gjøgnumbrotið. 

Boð hava eisini verið eftir Trentemøller at endurmiksa tónleik hjá Tricky, Depeche Mode og The Knife, fyri bert at nevna nøkru av teimum fleiri enn hundrað endurmiksunum, hann hevur gjørt.

Á pallinum til G! festivalin fara vit at uppliva Anders Trentemøller saman við bólki sínum, hvørs limir eita Dísa Jakobs, Silas Tinglef, Brian Batz og Jacob Haubjerg.

 

Var við Múrin

Hetta er ikki fyrstu ferð, at Trentemøller stendur á palli í Føroyum.

Trentemøller var eitt av høvuðsnøvnunum á Festivalinum við Múrin í Kirkjubø í 2009 saman við eitt nú Tiësto og Ace Of Base.

Festivalurin við Múrin fór seinni av knóranum. 

við Múrin Festival 2009

 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Fríggjadag 30. oktober
Beinleiðis úr Studio 5 - Benjamin Rajani
215639
Fríggjadag 30. oktober
RagnarRokk: Bülent Ceylan um B.L.N.T.
215051
Hósdag 29. oktober
RagnarRokk: Jorn Lande um From The Dark
214436
Hósdag 29. oktober
Nýtt ljóð
215605
Nýggjastu sendingar í SV
Hósdag 29. oktober
BIRITA
215462
Hósdag 29. oktober
Veðrið
215602
Mikudag 28. oktober
Einabúgvin í Kvívíksskor
215485
Mikudag 28. oktober
Dagur og vika - teknmálstulkað
215542