Á Breddanum: Trump aftur í Hvítu húsunum

Á Breddanum: Trump aftur í Hvítu húsunum
Hvussu hevur fyrsta tíðin í seinna forsetaskeiðnum eydnast, verður spurt í sendingini
Donald Trump, forseti, hevur skrivað undir eina rúgvu av fyriskipanum, síðani hann kom aftur í Hvítu húsini.
Mynd: Ritzau Scanpix  
 
14.02.2025 - 09:02

Hann hevur verið forseti í nakrar fáar vikur, men tað er, sum longu fleiri ár eru farin, síðani Donald Trump kom aftur í Hvítu húsini.

Ein rúgva av kravboðum og fráboðanum eru komin úr Washington fyrstu tíðina í seinna forsetatíðarskeiðinum.

Men hvussu hevur fyrsta tíðin eydnast, og hvat er endamálið við skjótu byrjanini?

Vit tosa við Erik Løksagarð, stjórnmálafrøðing.

Hvussu nógv er Grønland í føroyskum miðlum, og hvussu nógv eru Føroyar í grønlendskum miðlum?

Tað hevur Elin Neshammar, kandidatur í grønlendskum máli, kannað. 

Breddin í útvarpinum klokkan 10 og á kvf.fo

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mánadag 19. oktober
Norðurljóð 19.oktober 2026
214430
Mánadag 19. oktober
RagnarRokk: Brian Tichy um Led By Vultures
214018
Sunnudag 18. oktober
Bolero 18 okt 2026
214959
Nýggjastu sendingar í SV
Mánadag 19. oktober
Leivur vil liva - teknmálstulkað
215025
Sunnudag 18. oktober
Andaktin við Jørgeni Frantz Andreasen
214952
Sunnudag 18. oktober
Møti úr Nerija á Skála
214961
Leygardag 17. oktober
Sement 2026 (3:3)
214954