Fóru til Íslands, tí annars møta kommunustýrislimirnir ikki upp

Fóru til Íslands, tí annars møta kommunustýrislimirnir ikki upp
Endamálið við skeiðnum er at styrkja kommunustýrislimirnar sum kommunupolitikarar
Kommunustýrislimir eru í hesum døgum á skeiði í Íslandi. (Savnsmynd)
 
18.02.2025 - 13:39

- 10.000 krónur fyri hvønn kommunustýrislim er ein lítil íløga, samanborið við ta fíggjarligu ábyrgdina, tey sita við. 

Tað sigur Tórbjørn Jacobsen, formaður í Kommunufelagnum og borgarstjóri í Runavíkar Kommunu, nú kommunustýrislimir úr øllum landinum eru á skeiði í Reykjavík.

Tilsamans eru 174 fólk í ferðalagnum. 

 

Tórbjørn Jacobsen.

 

Endamálið við skeiðnum er at styrkja kommunustýrislimirnar sum kommunupolitikarar og geva teimum førleika og vitan um tær uppgávur og avbjóðingar, sum kommunurnar hava nú og í framtíðini. 

Orsøkin at skeiðið er í Íslandi og ikki í Føroyum, er at annars møta limirnir ikki nóg væl upp, sigur Tórbjørn Jacobsen.

Hoyr innslag í útvarpstíðindunum:

 

18022025_Islandsferd


  
 

 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mikudag 28. oktober
Mono - 4. sending. 281026
215537
Mikudag 28. oktober
Aftaná - Partur 3: Kroppurin
215433
Mikudag 28. oktober
Eitt korter við klassiskum
215520
Týsdag 27. oktober
Norðurlandaráðsfundur og val í Ísrael
215449
Nýggjastu sendingar í SV
Mikudag 28. oktober
Einabúgvin í Kvívíksskor
215485
Mikudag 28. oktober
Dagur og vika - teknmálstulkað
215541
Mikudag 28. oktober
Dagur og vika - teknmálstulkað
215542
Týsdag 27. oktober
Veðrið
215479