Dennis Holm hevur nú svarað landsstýrismálanevndini

Dennis Holm hevur nú svarað landsstýrismálanevndini
Nevndin gjørdi fyribilsniðurstøðu, sum var send landsstýrismanninum 22. januar. Dennis Holm fekk longda freist at svara
Landsstýrismálanevndin hevur fingið svar frá Dennisi Holm, landsstýrismanni, til fyribilsniðurstøðuna í kæruni frá Árna Skaale, løgtingsmanni.
Mynd: Bjarni Árting Rubeksen  
 
20.02.2025 - 08:52

Fólkini í landsstýrismálanevndini hjá løgtinginum fara at tosa saman í dag um, nær tey skulu hava fund at viðgera svarið hjá Dennisi Holm, landsstýrismanni.

Svarið kom í gjárkvøldið, sigur Hans Jacob Thomsen, formaður i nevndini.

5. mai í fjør kærdi Árni Skaale, løgtingsmaður, Dennis Holm, tí hann útlutaði 32.500 tons av svartkjafti við kunngerð.

Landsstýrismálanevndin fekk fyri jól í fjør advokatin Kristinu Samuelsen at gera eitt upprit og uppskot um niðurstøðu í málinum. 

Síðani gjørdi nevndin eina fyribilsniðurstøðu, sum var send Dennisi Holm 22. januar.

Hann fekk 14 dagar at svara, men bað um og fekk 14 dagar aftrat.

Freistin at svara var til á midnátt í gjár.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Hósdag 22. oktober
RagnarRokk 22.oktober 2026
214664
Hósdag 22. oktober
Nýtt ljóð
215223
Nýggjastu sendingar í SV
Hósdag 22. oktober
Veðrið
215237
Hósdag 22. oktober
Tá týskurin bumbaði Klaksvík
215155
Mikudag 21. oktober
Dagur og vika - teknmálstulkað
215120
Týsdag 20. oktober
Veðrið
215101
Týsdag 20. oktober
Dagur og vika við 3-2 - teknmálstulkað
215053