Línubátar fáa ikki royndarloyvi á Føroya banka

Línubátar fáa ikki royndarloyvi á Føroya banka
Línumenn fýlast á, at teir ikki sleppa at royndarfiska á Bankanum, men Havstovan og ICES mæla frá.
 
05.11.2013 - 07:55

Fiskimálaráðið hevur onga ætlan um at geva línubátum royndarloyvi á Føroya banka við eygleiðara frá Havstovuni umborð.

Tað sigur Jacob Vestergaard, landsstýrismaður í fiskivinnumálum, í svari til Kári P. Højgaard, løgtingsmann. Kári P. Højgaard spurdi um friðing og royndarveiðu á Føroya banka.

Línumenn misnøgdir

 Í sendingini Radaranum í Útvarpinum í síðstu viku fýltust línumenn á, at teir sleppa ikki at royna á Føroya banka fyri at vita, um toskur fæst við línu har, hóast at kalla eingin toskur fæst við troli. Lína hevur verið forboðin á Føroya banka síðani 2008.

Landsstýrismaðurin ásannar, at tað er torført at siga, um friðingarnar á Føroya banka hava havt sjónliga positiva ávirkan á fiskastovnarnar har.

Mæla frá

Men Havstovan og ICES mæla frá at fiska tosk á bankanum. Í ár hava sjey smáir útróðrarbátar fingið loyvi at royna við snellu á Føroya banka. Teir vóru 18 í 2010. Tað kann vera ein ábending um, at minni er at fáa, tá áhugin fyri at royna er minkaður so nógv, sigur Jacob Vestergaard.

 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Sunnudag 15. mars
Guðstænasta í Dals kirkju
205639
Leygardag 14. mars
Jambalaja - 140326
205627
Nýggjastu sendingar í SV
Sunnudag 15. mars
Andakt
205651
Sunnudag 15. mars
Guðstænasta úr Dals kirkju
205647
Leygardag 14. mars
Trapputing í Suðuroy - teknmálstulkað
205622
Leygardag 14. mars
Dagur og vika - teknmálstulkað
205619