Gulllaksurin fingið MSC-góðkenning

Gulllaksurin fingið MSC-góðkenning
Føroysk skip fiska umleið 20.000 tons av gulllaksi um árið
Marnar Pattinson, Tavan, Gísli Gíslason, ráðgevi hjá MSC, og Durita í Grótinum, Faroe Pelagic/Kósin, avmyndað, tá MSC-góðkenningin varð latin í gjár.

31.08.2012 - 10:26

Føroyska gulllaksa-veiðan hevur nú fingið MSC-stemplið, sum tann fyrsta av tí slangum í heiminum. MSC merkir, at veiðan er burðardygg og væl umsitin.

Føroyingar fiska okkurt um 20.000 tons av gulllaksi um árið, serliga í juli og august. Seks skip eru á gulllaksaveiði.

Skandinavisku londini og Bretland keypa gulllaksafars úr Føroyum. Norra er størsti keypari. Norra keypir okkurt um 70 prosent av farsinum. Tavan í Leirvík, Kósin í Klaksvík og Faroe Pelagic í Kollafirði taka í móti gulllaksinum.

Hugsa um fiskastovnarnar

MSC-stemplið sigur fólki, sum keypa fisk og samstundis hugsa um fiskastovnarnar, at fiskurin, tey keypa, er ikki í vanda, tí fiskiskapurin er burðardyggur. Tað merkir, at ikki verður fiskað meira enn fiskifrøðingar halda er ráðiligt.

Tavan, Kósin og Faroe Pelagic fingu sínar MSC góðkenningar í gjár.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Fríggjadag 27. mars
Bønhústoftin á Velbastað
206355
Fríggjadag 27. mars
Morgunlestur fríggjadagur 27.mars 2026
205924
Hósdag 26. mars
Eitt korter við jazzi
206252
Hósdag 26. mars
Morgunlesturin hósdagur 26.mars 2026
205923
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 27. mars
KAKUMiKS 2 (2:7)
206356
Hósdag 26. mars
Løgtingsval 2026
206335
Hósdag 26. mars
Veðrið
206297
Mikudag 25. mars
Løgtingsval 2026: Forfólkaumfar
206224