Volodymyr Zelenskyj takkar løgmanni fyri stuðulin

Volodymyr Zelenskyj takkar løgmanni fyri stuðulin
"Takk fyri tín stuðul," skrivar ukrainski forsetin, Volodymyr Zelenskyj, til Aksel V. Johannesen, løgmann, á sosiala miðlinum X, ið flest kenna sum Twitter
Mynd: Ritzau / Scanpix  
 
01.03.2025 - 21:25

Tað er ikki farið afturvið borðinum hjá ukrainska forsetanum og hansara fólki, at løgmaður, Aksel V. Johannesen, hevur sent honum sín treytaleysa stuðul í hesi sváru stund hjá Volodymyr Zelenskyj. 

Á formliga vanganum hjá landsstýrinum á sosiala miðlinum X, sum nógv kenna sum Twitter, skrivaði Aksel V. Johannesen, løgmaður, at Føroyar framhaldandi stuðlar Ukraina og ukrainska fólkinum í krígnum. 

Hetta hendi, at Volodymyr Zelenskyjkom í andglettin eftir fundin við amerikanska forsetan, Donald Trump, ið fór heilt av sporinum. Tað endaði við, at Donald Trump sat og niðurgjørdi Volodymyr Zelenskyj. 

Og í dag kom svarið frá ukrainska forsetanum, Volodymyr Zelenskyj, og hansara fólki. 

Á formliga vanganum hjá Volodymyr Zelenskyj, so takkar ukrainski forsetin løgmanni, Akseli V. Johannesen, fyri stuðulin. 

 

 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mánadag 6. apríl
Guðstænasta úr Havnar kirkju
206641
Mánadag 6. apríl
Várkonsert 2026 (2:2)
206038
Sunnudag 5. apríl
Evangeliskur fundur í Ebenezer
206632
Nýggjastu sendingar í SV
Mánadag 6. apríl
Meistarans hond
206650
Mánadag 6. apríl
Andakt
206647
Mánadag 6. apríl
Gudstænasta úr Havnar kirkju
206638
Sunnudag 5. apríl
Andaktin páskadag við Gimma Olsen
206635
Sunnudag 5. apríl
Kim og Føroya Symfoniorkestur 2026
206634