Landskassalán verður partapeningur í Firum

Landskassalán verður partapeningur í Firum
Tær níggju milliónirnar skulu gera fíggjarligu støðuna hjá partafelagnum betri
Firum er fyrrverandi Fiskaaling.
 
03.03.2025 - 08:43

Pengarnir, sum landið lænti partafelagnum Firum í 2017, skulu gerast partapeningur hjá landinum í Firum, ið er partafelag hjá landsstýrinum.

Talan er um níggju milliónir krónur. 

Tað er uppskot hjá Vinnumálaráðnum.

Firum hevði 98.000 kr. í yvirskoti í 2023.

Við árslok 2023 var eginognin negativ. Hon var tvær milliónir og 262.000 kr. negativ.

 

Bøta fíggjarligu støðuna

Endamálið við lógaruppskotinum er at gera fíggjarligu støðuna hjá Firum betri.

Tað skal millum annað gera eginognina positiva. 

Tað skal eisini gera tað einfaldari hjá Firum at vera við í granskingarverkætlanum, sum  eru  lutvíst  fíggjaðar við útlendskum granskingarpengum.

Sambært avtaluni um rentufría ábyrgdarlánið skal afturgjaldingin av láninum ikki tyngja framtíðar rakstur og menning hjá Fiskaaling, sum Firum kallaðist fyrr.


 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mikudag 21. oktober
Skratsj 21. oktobur 2026
215146
Mikudag 21. oktober
Skipsboð
215127
Týsdag 20. oktober
Vitan
215009
Nýggjastu sendingar í SV
Mikudag 21. oktober
Dagur og vika - teknmálstulkað
215120
Týsdag 20. oktober
Veðrið
215101
Týsdag 20. oktober
Dagur og vika við 3-2 - teknmálstulkað
215053
Mánadag 19. oktober
Veðrið
215028
Mánadag 19. oktober
Leivur vil liva - teknmálstulkað
215025