Ávaraðu um amøbuna fyri tíggju mánaðum síðani

Ávaraðu um amøbuna fyri tíggju mánaðum síðani
Havbúnaðarfelagið segði, at skip kunnu føra fiskasjúkur við sær millum lond. Nú er amøban staðfest í fleiri alibrúkum
Alivinnan hevur langt síðani ávarað um amøbuna, sum nú er staðfest. Henda myndin er av Regini Jacobsen og Rúna M. Hansen frá Bakkafrosti, tá úrslitið hjá Bakkafrosti varð lagt fram í keypsskálanum í Oslo í dag. Mynd: Jógvan Hugo Gardar.
Mynd: Jógvan Hugo Gardar  
 
05.11.2013 - 15:01

Myndugleikarnir vóru ávaraðir móti amøbuni, sum nú er staðfest í Føroyum. Longu fyri tíggju mánaðum síðani segði Havbúnaðarfelagið, at tað er sera umráðandi at bera skjótt at og gera kunngerðir um barlastvatn fyri at verja føroysku alivinnuna.

Tað segði Havbúnaðarfelagið í hoyringarskrivi, tí ætlanin var at broyta lógini um havumhvørvi. Havbúnaðarfelagið segði tá, at skip kunnu føra við sær fiskasjúkur millum londini. Tí er bráðneyðugt alt fyri eitt at fáa kunngerðir, sum seta forboð fyri at tøma barlastvatn innan fyri 12 fjórðingar.

Eiga ikki at bíða

Landsstýrismaðurin í innlendismálum eigur ikki at bíða eftir altjóða IMO-sáttmálanum um barlastvatn, men seta kunngerðirnar í gildi sum skjótast, segði Havbúnaðarfelagið í januar. Í ár ella næsta ár skuldi koma í gildi krøv um reint barlastvatn. Skip, sum ikki virða krøvini, kunnu verða útihýst í londum, sum hava staðfest IMO sáttmálan um barlastvatn.

Eingin kunngerð er komin enn, og heldur ikki IMO-sáttmálin. Men amøban, Neo para moeba peru rans, er komin. Hon er nú staðfest í fýra alibrúkum í Føroyum. Og tað var júst hendan amøban, sum Havbúnaðarfelagið ávaraði móti í januar. Amøban kann elva til táknusjúkuna AGD. Sjúkan er tó ikki staðfest enn í Føroyum.

AGD

Havbúnaðarfelagið gjørdi vart við fyri tíggju mánaðum síðani, at serliga tvær sjúkur gera um seg í alibrúkunum í okkara grannalondum. Tær sjúkurnar eru ikki í Føroyum. Men tær kunnu koma higar við barlastvatni úr skipum.

Illgruni er til dømis um, at onnur sjúkan, AGD, er komin til Evropa við barlastvatni úr Avstralia, segði Havbúnaðarfelagið í januar. Ikki ber til at siga, at amøban, sum kann elva til AGD, nú er komin til Føroya við barlastvatni. Illgruni er eisini um, at alilaksurin hevur fingið amøbuna frá makreli.

 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Leygardag 30. november
Upp á tá - 291124
184433
Leygardag 30. november
Upp á tá - 221124
184431
Leygardag 30. november
Vikan 30. november 2024
184427
Leygardag 30. november
Morgunlestur leygardagur 30.november 2024
184109
Nýggjastu sendingar í SV
Leygardag 30. november
Kanst tú siga farvæl? (1:2) - teknmálstulkað
184426
Leygardag 30. november
Dagur og vika - teknmálstulkað
184422
Fríggjadag 29. november
EM-endaspælið: Føroyar - Sveis
184417
Fríggjadag 29. november
Veðrið
184408
Fríggjadag 29. november
Dagur og vika - teknmálstulkað
184321