Yvirlækni: Viðgerðir eiga at verða misavnaðar

Yvirlækni: Viðgerðir eiga at verða misavnaðar
Tummas í Garði, fyrrverandi læknastjóri á Landssjúkrahúsinum, heldur, at neyðugt er at samskipa uppgávurnar á sjúkrahúsunum
 
05.11.2013 - 15:58

Tað er hugstoytt, at nýskipanin av heilsuøkinum ikki viðger spurningin um tey trý sjúkrahúsini, og ikki leggur upp til gera broytingar í sjúkrahúsbygnaðinum

Tað sigur Tummas í Garði, yvirlækni og fyrverandi læknastjóri á Landssjúkrahúsinum. Hann heldur, at tað er neyðugt at umskipa uppgávurnar á sjúkrahúsunum fyri at tryggja, at tænasturnar eru nóg góðar.

Samskipa uppgávurnar

Tummas í Garði sigur, at Landssjúkrahúsið hevur arbeitt nógv við at gera mannagongdir og góðskutryggja sínar tænastur í samsvari við altjóða krøv. Hann heldur ikki, at hetta arbeiðið verður tikið í álvara av politisku skipanini, tá ein heilsunýskipan ikki viðger spurningurin um at umskipa uppgávunurnar hjá sjúkrahúsunum

Fyrrverandi læknastjórin heldur ikki bara, at viðgerðir skulu miðsavnast. Hann vísir eisini á vantandi fakligt samstarv millum sjúkrahúsini.

Smáu sjúkrahúsini til endurvenjing

Í heilsunýskipanini verður dentur millum annað lagdur á fyribyrging og endurvenjing. Tað fegnast Tummas í Garði um. Hann heldur at tey smáu sjúkrahúsini hóska væl til hesar uppgávurnar.

 

Meiri verður at frætta í útvarpstíðindunum.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Týsdag 4. august
Ung lesa 5.partur - Hungursleikirnir
210832
Týsdag 4. august
Morgunlestur týsdagur
211543
Mánadag 3. august
Poppverturin 10
208464
Nýggjastu sendingar í SV
Mikudag 5. august
Dagur og vika - teknmálstulkað
211581
Týsdag 4. august
Veðrið
211558
Fríggjadag 31. juli
Veðrið
211454
Mikudag 29. juli
Reyðar baklyktir á vegnum
16327