Ófriðarkroppar úr Kroatia komu óvart á løgregluna

Ófriðarkroppar úr Kroatia komu óvart á løgregluna
Løgreglan í Føroyum skal fáa betri umstøður at handfara stórar og ófriðarligar mannamúgvur
Ófriðarkropparnir, sum komu til Føroya við kroatiska landsliðnum í fjør, gjørdu nógv um seg.
 
04.03.2025 - 18:00

Landsstýrismaðurin í lógarmálum, Bjarni K. Petersen, hevur verið á fundi við danska løgmálaráðharran um møguleikar fyri at geva løgregluni í Føroyum og fyriskiparum fyri stórum tiltøkum betri umstøður at handfara stórar og ófriðarligar mannamúgvur.

 

Kroatisku ófriðarkropparnir á veg niðan í Gundadal.

 

Orsøkin til fundin var partvíst hendingin í fjør summar, tá ið fótbóltsófriðarkroppar úr Kroatia gjørdu ónáðir í Havn. Støðan kom í ávísan mun óvart á løgregluna og fyriskipararnar. 

Tað sigur landsstýrismaðurin sigur í svari til Eirik í Jákupsstovu, løgtingsmann.

Les svarið her.

- Landsstýrið og danska løgmálaráðið hava umrøtt hendingarnar og møguleikan at útvega neyðuga løgfrøðiliga grundarlagið í slíkum støðum, sigur Bjarni Kárason Petersen:

 

04042025_Fotboltur_og_ofridarkroppar

 

 

Sí innslag í Degi og Viku 2. august í fjør:

 

2024080s_NET_HOOLIGANS_KROATIA_HADJUK_SPLIDT

 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Sunnudag 18. oktober
Bolero 18 oktt 2026
214959
Sunnudag 18. oktober
Guðstænasta í Hoyvíkar kirkju
214957
Sunnudag 18. oktober
Filosofiskur (5)
214898
Nýggjastu sendingar í SV
Sunnudag 18. oktober
Andaktin við Jørgeni Frantz Andreasen
214952
Sunnudag 18. oktober
Møti úr Nerija á Skála
214961
Leygardag 17. oktober
Sement 2026 (3:3)
214954
Fríggjadag 16. oktober
Veðrið
214926
Hósdag 15. oktober
Leivur vil liva
214858