Bókadeildin skal hava nýggjan stjóra

Bókadeildin skal hava nýggjan stjóra
NIels Jákup Thomsen fer í summar frá fyri aldur
Niels Jákup Thomsen hevur verið stjóri á Bókadeildini í mong ár, men gevst í summar fyri aldur.
Mynd: Skúlablaðið  
 
04.03.2025 - 15:49

Bókadeild Føroya Lærarafelags skal hava nýggjan stjóra.

Skúlablaðið skrivar, at Niels Jákup Thomsen, sum hevur verið stjóri í nógv ár, fer í summar frá fyri aldur, og tí verður nú søkt eftir nýggjum stjóra.

Bókadeildin er forlag undir Føroya Lærarafelag, sum gevur út barna- og ungdómsbøkur, umframt barnabløðini STROK og Píka7 og Skúlablaðið.

Umsóknarfreistin til stjórastarvið er 26. mars, og starvið verður lýst til setanar frá 1. mai ella eftir nærri avtalu, skrivar Skúlablaðið.

Seks starvsfólk eru á bókadeildini.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Týsdag 20. oktober
Vitan
215009
Mánadag 19. oktober
Norðurljóð 19.oktober 2026
214430
Mánadag 19. oktober
RagnarRokk: Brian Tichy um Led By Vultures
214018
Nýggjastu sendingar í SV
Týsdag 20. oktober
Veðrið
215101
Týsdag 20. oktober
Dagur og vika við 3-2 - teknmálstulkað
215053
Mánadag 19. oktober
Veðrið
215028
Mánadag 19. oktober
Leivur vil liva - teknmálstulkað
215025