Umboðsmaðurin letur væl at Gerðisgarði

Umboðsmaðurin letur væl at Gerðisgarði
Búfólkini vera hildin virkin, og tey fáa innihaldsríkar dagar, sigur Løgtingsins umboðsmaður, sum hevur verið á eftirlitsvitjan
Gerðisgarður í Skálavík.
 
06.03.2025 - 11:04

Skotsmálið, sum stovnurin Gerðisgarður í Skálavik fær frá Løgtingsins umboðsmanni, er gott.

Gerðisgarður er kommunalur bústovnur og røktarheim við sjey búplássum, sum eru ætlað fólki, sum hava  demens. 

Í fjør var umboðsmaðurin á eftirlitsvitjan í Gerðisgarði.

Samanumtikið er fatanin hjá umboðsmanninum, at Gerðisgarður hevur rímiliga góðar karmar.

Tænastan og umsorganin leggur dent á, at búfólkini hava demens av ymiskum slagi.

Tey vera hildin virkin, og tey fáa innihaldsríkar dagar. 

Viðurskifti, sum umboðsmaðurin hevði viðmerkingar og tilmæli um, greiddi stovnurin alt fyri eitt eftir eftirlitsvitjanina, stendur í niðurstøðuni.

Les frágreiðingina her.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Leygardag 17. oktober
Jambalaja - 171026
214942
Leygardag 17. oktober
Upp á tá - 161026
214940
Fríggjadag 16. oktober
Vikuskiftið 16 okt 2026
214929
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 16. oktober
Veðrið
214926
Hósdag 15. oktober
Leivur vil liva
214858
Hósdag 15. oktober
Veðrið
214846
Mikudag 14. oktober
Svart gull (1:2)
50120
Týsdag 13. oktober
Úr savninum: Havið ímillum (2:2)
110938