700 føroyingar sigla við skipum í FAS

700 føroyingar sigla við skipum í FAS
Fleiri enn 400 føroyingar, sum búgva í Føroyum arbeiða uttanlands, teir flestu í Norra. Jørgen Niclasen hevur svarað fyrispurningi í tingum
709 føroyingar og 1373 útlendingar sigla við skipum, sum eru skrásett í FAS
 
06.11.2013 - 07:52

Í fjør arbeiddu 422 føroyingar, sum búgva í Føroyum, í øðrum londum. Nógv tey flestu, 276, arbeiða í Norra. Harafturat sigla nógvir føroyingar við útlendskum skipum. Í fjør vóru 179 føroyingar við norskum fiskiskipum.

700 í FAS

Men nógv fleiri eru við skipum í altjóða skipaskráum. 709 føroyingar vóru við skipum í FAS, sum er føroyska skipaskráin, 353 vóru í DIS, sum er danska skráin, og 365 í NIS og NOR, sum eru norsku skipaskráirnar.Nógv útlendsk skip eru komin í FAS seinastu árini, og í fjør vóru 1373 útlendingar við FAS-skipum.

Jørgen svarar

Tølini eru í svarinum hjá Jørgeni Niclasen, landsstýrismanni í fíggjarmálum, til Reimund Langgaard, løgtingsmann, sum spurdi um føroyingar, sum arbeiða í øðrum londum. Tingmaðurin spurdi eisini um løn og skatt hjá hesum fólkunum.

600 mió. í inntøku

Inntøkan var 600 milliónir hjá sjófólkunum í FAS, DIS og NIS og NOR. Tey, sum arbeiða í landi í Norra, fingu 87 milliónir í løn í fjør. Reiðaríini í FAS fingu 187 milliónir úr landskassanum í fjør. Hetta var skatturin hjá føroyingum og útlendingum, sum eru við FAS-skipum.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Týsdag 26. november
LEITISSTEIN 26.11.2024 (Marius DC)
184212
Týsdag 26. november
Tíðarrák (5:5)
184198
Týsdag 26. november
Morgunlestur týsdagur 26.november 2024
184105
Nýggjastu sendingar í SV
Týsdag 26. november
Føroysk fiktión (2:5)
184205
Týsdag 26. november
Veðrið
184201
Týsdag 26. november
Dagur og vika við 3-2 - teknmálstulkað
184179
Týsdag 26. november
Andaktin
184172
Sunnudag 24. november
Stórmøti hjá Heimamissióni
184095