Landsstýrið leggur 27 uppskot fram í dag

Landsstýrið leggur 27 uppskot fram í dag
Uppskot er um at hækka fólkapensjónsaldurin og at projektera kampus
Tingfundur verður klokkan 16, og bara framløga er á skránni. 
 
07.03.2025 - 15:05

Í dag er seinasta freist at leggja uppskot fyri løgtingið, og tað er ein stór mappa, sum landsstýrið kemur við, tí ikki færri enn 27 uppskot verða løgd fram í dag.

Úr rúgvuni kunnu nevnast: 

Uppskot um at fyrireika og prosjektera undirsjóvartunnil millum Suðuroy og Sandoy, við hartil hoyrandi vegagerð.

Uppskot um at hækka fólkapensjónsaldurin

Uppskot um at prosjektera heildarætlanina fyri Venjingarskúlan (Kampus)

Uppskot um løn undir útbúgving (Tryggja teim lesandi á Heilsuskúla Føroya løn undir útbúgving)

Uppskot um bústaðarskyldu

Tingfundur verður klokkan 16, og bara framløga er á skránni. 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mánadag 19. oktober
Norðurljóð 19.oktober 2026
214430
Mánadag 19. oktober
RagnarRokk: Brian Tichy um Led By Vultures
214018
Sunnudag 18. oktober
Bolero 18 okt 2026
214959
Nýggjastu sendingar í SV
Týsdag 20. oktober
Dagur og vika við 3-2 - teknmálstulkað
215053
Mánadag 19. oktober
Veðrið
215028
Mánadag 19. oktober
Leivur vil liva - teknmálstulkað
215025
Sunnudag 18. oktober
Andaktin við Jørgeni Frantz Andreasen
214952