Átak: Er tað, ið vit siga við onnur, meinaleyst?

Átak: Er tað, ið vit siga við onnur, meinaleyst?
Vita vit, um tað vit siga, særir onkran, og er tað bara nakað, tey mugu tola, um tað ikki er meint so illa? Norðurlendsk ráð og stovnar varpa í felag ljós á mikroaggressiónir
 
13.03.2025 - 11:12

Eitt átak, sum norðurlandaráðið, norðurlendska ráðharraráðið og javnstøðuskrivstovan í Íslandi hava latið úr hondum, eitur Meinaleyst? og snýr seg um at gera vart við mikroaggressiónir.

Hyggur tú í wikipedia, so stendur at mikroaggressiónir eru stutt gerandisboð við niðrandi tónum sum verða søgd tær ella mær orsakað av bólki, sum vit eru partur av. Ofta er tað so, at tann sum sigur hesi boð, ikki ætlar tey at vera særandi ella niðrandi, men tey kunnu raka meint hóast tað.

Er tað nakað, ið vit kunnu gera nakað við, ella er hetta nakað, vit bara skulu tola?

Meinaleyst.føroyar er at finna á Instagram.

1731736

 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mánadag 26. oktober
Norðurljóð 26.oktober 2026
214433
Mánadag 26. oktober
RagnarRokk: Justin Storms um The Arsonist
215050
Sunnudag 25. oktober
Bolero 25. oktober 2026
215336
Nýggjastu sendingar í SV
Mánadag 26. oktober
Veðrið
215405
Sunnudag 25. oktober
Bygdarlív 2 - Porkeri
215341
Sunnudag 25. oktober
Andakt
215339
Sunnudag 25. oktober
Guðstænasta í Havnar kirkju
215334
Leygardag 24. oktober
Sement-finalan 2026
215329