Tollkríggið: Hvat ætlar Trump?

Tollkríggið: Hvat ætlar Trump?
Handilskríggið millum USA og fleiri onnur lond stencur í ljósum loga. Nýggjar hóttanir koma dag um dag. Men hvat ætlar Trump?
Ritzau / Scanpix
Donald Trump, amerikanskur forseti, hevur meldað tollkríggj móti ES og hópin av øðrum londum
14.03.2025 - 12:00

Donald Trump, amerikanskur forseti, spælir út við nýggjum átøkum við at leggja avgjøld á vørur í heilum.

Seinast spældi hann út við, at hann ætlaði at leggja ein revsitoll upp á 25 prosent á stál og aluminium, sum koma úr Evropa á amerikanska marknaðin.

Og hann er vísur í, at hann gera rætt og at hann ikki óttast móttiltøkum.

"ES er tað ringasta av tí ringa. Og vit fara at fáa tað aftur. Eg havi eitt val. Vit kunnu bara lata sum einki og so fer alt knappliga í luftina, einaferð fyrr ella seinni. Men vit skylda 36 billiónir dollarar og vit fara at fáa alt aftur."

 

ES fer at svara aftur

Men Ursulua von der Leyen, ES nevndarforkvinna, sigur at ES fer at svara aftur um mánaðarskiftið.

"Móttiltøkini, sum vit taka avgerð um ídag, eru og og samsvarandi. Tá USA leggur eykatoll á fyri 28 milliardir dollarar, svara vit aftur við tiltøkum fyri 26 milliardir evrur."

Tiltøkini umfata eykatoll á millum annað motorsúkklur, bourbon, jarðnøtasmør og kovboybuksur.

Og Trump var skjótur at svara aftur. Á Twitter skrivar hann, at hann hevur í hyggju at leggja eykatoll upp á 200 prosent á europeiskt rúsdrekka.
 

 
Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mikudag 15. apríl
Mono 150426 - 3. sending
207104
Mikudag 15. apríl
Skratsj 15 apríl 2026
207096
Mikudag 15. apríl
Soleiðis kemur tú úr tankameldri
207083
Mikudag 15. apríl
Morgunlestur mikudagur 15.apríl 2026
207022
Nýggjastu sendingar í SV
Mikudag 15. apríl
Úr byggisøguni (1:3)
76206
Mikudag 15. apríl
Á brúnni í 38 ár - teknmálstulkað
207100
Mikudag 15. apríl
Dagur og vika - teknmálstulkað
207094
Týsdag 14. apríl
Veðrið
207060
Týsdag 14. apríl
Føroyar - Grikkaland, seinni dystur
207066