Stóra hollendska størnan er við

Stóra hollendska størnan er við
Spælskiparin úr PSG, Luc Steins, sum ikki var á vøllinum við Tjarnir, er við á leikaralistanum til dystin ímóti Føroyum í dag
Spælskiparin Luc Steins er við á hollendska spælaralistanum í dag
Mynd: teamnl.org  
 
16.03.2025 - 10:59

Stóra hollendska hondbóltsstjørnan, Luc Steins, er á leikaralistanum til EM-undankappingardystin ímóti Føroyum í dag.

PSG-spælskiparin spældi ikki, tá Leivur Mortensen tryggjaði Føroyum javnleik ímóti Hollandi við Tjarnir mikukvøldið, men sannlíkt er, at hann verður at síggja á vøllinum í Almere.

Hvussu nógv hann er førur fyri at spæla, er ikki vist.

  - Spælið hjá Niðurlondum broytist dramatiskt, tá tað nú sær út til, at Steins spælir. Tað er serliga viðvíkjandi ógvuliga høgari ferð og við nógvum flottum krossingum. Tað verður minni einfalt enn í Føroyum, og vit fáa nóg mikið at taka okkkum av, segði venjarin hjá Føroyum, Peter Bredsdorff-Larsen, við portal.fo.

Dysturin byrjar klokkan 14.00, og sjónvarpið hjá Kringvarpinum byrjar at senda klokkan 13.30.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Hósdag 3. september
RagnarRokk 3.september 2026
212238
Hósdag 3. september
RagnarRokk: Joel Hokka um Via Miseria IV
212237
Hósdag 3. september
RagnarRokk: Nirvargh um Upp úr Dýpinum
212236
Hósdag 3. september
Nýtt ljóð
212666
Nýggjastu sendingar í SV
Mikudag 2. september
Dagur og vika - teknmálstulkað
212598
Týsdag 1. september
Veðrið
212672
Týsdag 1. september
Veðrið
212572
Týsdag 1. september
Dagur og vika við 3-2 - teknmálstulkað
212532
Mánadag 31. august
Veðrið
212514