Várróðurin byrjaður: Nógvir bátar norðanfyri

Várróðurin byrjaður: Nógvir bátar norðanfyri
Várróðurin er byrjaður á Norðhavinum, og góða veðrið ger, at tað er rættiliga loðið við bátum norðanfyri. Tað vísir mynd, ið Vikmar hevur deilt á Facebook
Mynd: Bárður Thomsen  
 
19.03.2025 - 10:19

Tað er altíð spennandi, tá várróðurin byrjar norðanfyri, og í ár er einki undantak. 

Nógvir bátar hava tikið av møguleikanum at fara á Norðhavið, nú tað viðrar so væl. 

Ein mynd, ið Vikmar hevur lagt út á Facebook, vísir, at tað er tætt millum bátarnar í løtuni.

 

 

Brimil er á staðnum um so er, at onkur skuldi havt tørv á hjálp. Tað kemur ofta fyri, tá bátarnir hava ligið allan veturin, at onkrir kunnu fáa motortrupulleikar. 

Dagur og vika vóru eisini norðanfyri í gjár, tá vitjað var í Klaksvík, har menn riggaðu til at fara á Norðhavið. 

20250319_NET_VARRODURIN

 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Hósdag 15. oktober
RagnarRokk 15.oktober 2026
214008
Hósdag 15. oktober
Nýtt ljóð
214851
Hósdag 15. oktober
Breddin: Fólkaskúlin og tøkni
214809
Nýggjastu sendingar í SV
Hósdag 15. oktober
Leivur vil liva
214858
Hósdag 15. oktober
Veðrið
214846
Týsdag 13. oktober
Úr savninum: Havið ímillum (2:2)
110938
Týsdag 13. oktober
Veðrið
214715
Mánadag 12. oktober
Veðrið
214655