Frí arbeiðstelefon skal ikki longur skattast

Frí arbeiðstelefon skal ikki longur skattast
Landsstýrið heldur, at skipanin er alt ov tvørlig at umsita, og tí verður skattskyldan strikað
 
07.11.2013 - 13:18

Nógv starvsfólk ráða yvir telefon, ið arbeiðsgevarin hevur latið teimum, bæði til arbeiðsbrúk og til privat samskifti. Við fartelefonini hava starvsfólk fingið møguleika at samantvinna arbeiðs- og privattelefonina, soleiðis at talan er um eitt og sama tól.

Hetta merkir, bæði fyri arbeiðsgevara og starvsfólk, at tað verður smidligari at leggja arbeiðið til rættis. Eitt nú er tað vorðið lættari at arbeiða uttan fyri arbeiðsplássið, og at vera tøk í arbeiðsørindum. Fartelefonin er sostatt vorðin eitt vanligt arbeiðsamboð, sum ikki er bundið at arbeiðsplássinum, og sum ikki einans verður nýtt í vanligu arbeiðstíðini.

Er skattaskyldug

Sambært skattalógini er ókeypis nýtsla av fastogn, leysafæi og tílíkum at rokna sum skattskyldug inntøka. Tað merkir, at starvsfólk skulu skattast, um arbeiðsgevarin letur starvsfólk nýta t.d. hús, bilar og telefon, sum arbeiðsgevarin eigur, heilt ella partvíst ókeypis.

Tað merkir so aftur, at samskifti (t.e. fastnet, internet ella fartelefon), sum arbeiðsgevarin letur starvsfólkum sínum at nýta privat, sum meginregla skal roknast sum fríur ágóði, og fríir ágóðar skal tú rinda skatt av. Men eins og fartelefonin, er teldan vorðin vanligt arbeiðstól og fortreyt fyri at røkja nógv sløg av arbeiði. Hetta var eisini orsøkin til, at teldan við lóg í 1998 varð undantikin skattskyldu.

Tá var grundgevingin, at teldan var vorðin eitt vanligt arbeiðsamboð, sum starvsfólk høvdu heim við, og at tað var ein fyrimunur fyri fleksibilitetin í arbeiðinum, at teldan kundi takast við til arbeiði við hús og í arbeiðsørindum. Og landsstýrið sigur nú, at tað sama má sigast at vera galdandi fyri telefon og telesamskifti, sum arbeiðsgevari letur starvsfólki at ráða yvir í sambandi við arbeiði.

560 hava fría telefon og telesamskifti

Sambært eini uppgerð frá TAKS vóru í fjør tilsamans 560 persónar skrásettir við fríari telefon og fríum telesamskifti. Kortini ber ikki til at siga, hvussu stórur partur ikki gevur hesar ágóðar upp til TAKS, av tí at tað ikki er skrásett, hvussu nógvar telefonir í roynd og veru verða latnar starvsfólki at brúka.

Jørgen Niclasen, landsstýrismaður í fíggjarmálum  ásannar, at lóggávan elvir til eina ávísa óvissu og veitir ikki TAKS nøktandi eftirlitismøguleika. Víst verður harumframt á, at tað var ein umsitingarligur lætti hjá TAKS at sleppa undan arbeiðinum at skráseta og skatta teldur í 1998.

Út frá øllum hesum vil Jørgen Niclasen hava løgtingið at gera undantak í skattalógini, soleiðis at telefon og telesamskifti ikki longur verður at rokna sum fríur ágóði, sum skal skattast.Tað fer at kosta landi og kommunum umleið eina millión krónur at gera arbeiðstelefonir skattafríar. TAKS upplýsir, at skattainntøkan í fjør var millum eina og 1,2 milliónir krónur.

 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mánadag 23. desember
Morgunlestur mánadagur 23. desember 2024
185000
Sunnudag 22. desember
Jambalaja - 211224
185474
Sunnudag 22. desember
Eitt drúgt arbeiðslív í SEV (1:2)
185472
Nýggjastu sendingar í SV
Sunnudag 22. desember
Andakt við Steintóru Gleðisheygg Joensen
185477
Fríggjadag 20. desember
Veðrið
185431
Fríggjadag 20. desember
Dagur og vika - teknmálstulkað
185410
Mikudag 18. desember
E elski Førjar 6
185285