Dóm fyri at stjala í VB-húsinum og TB-húsinum

Dóm fyri at stjala í VB-húsinum og TB-húsinum
Maðurin og kvinnan, bæði íslendsk, játtaðu seg sek, og hava latið aftur tað, tey tóku í Vági og á Tvøroyri
Mynd: Flickriver.com
 
08.11.2013 - 08:59

Ein maður og ein kvinna, bæði íslendsk, fingu dóm í Íslandi í gjár fyri at hava stolið í VB-húsinum og TB-húsinum á sumri 2010. Tey fingu 30 daga treytaða fongulsrevsing. Tey bæði vóru í VB-húsinum eina sunnunátt í juni í 2010 og stjólu har fyri 40.000 kr.

Eina sunnunátt í august sama árið vóru tey so í TB-húsinum og stjólu har fyri 20.000 kr. Tey stjólu millum annað klæði, fartelefonir, taskur og myndatól.

Játtaðu seg sek

Bæði fólkini, sum eru nøkur og tretivu ára gomul, játtaðu seg sek. Og tey hava latið aftur tað, sum tey tóku í Vági og á Tvøroyri.Liðugt var at kanna málið longu í 2010. Men ákæruritið varð ikki skrivað fyrr enn síðst í september í ár.

Tí fingu tey linari dóm, enn tey annars høvdu fingið. Í staðin fyri treytaleysa fongsulsrevsing er dómurin treytaður.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Fríggjadag 3. juli
Vikuskiftið 3. juli 2026
210491
Fríggjadag 3. juli
HM-tíðindi 3. juli 2026
210478
Fríggjadag 3. juli
Morgunlestur
210452
Hósdag 2. juli
RagnarRokk 2.juli 2026
210388
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 3. juli
Veðrið
210489
Mikudag 1. juli
Dagur og vika - teknmálstulkað
210384
Týsdag 30. juni
Veðrið
210360