Ein dagur í Nuuk

0 seconds of 0 secondsVolume 90%
Press shift question mark to access a list of keyboard shortcuts
00:00
00:00
00:00
 
Ein dagur í Nuuk
05-12-2019
Føroysk sending

Meðan bygdirnar og flestu býirnir kring grønlendsku strendurnar minka, stendur Nuuk, eins og Tórshavn, í stórum vøkstri. Landafrøðiliga er tó stórur munur á.

Fólkaríkasta kommunan í Grønlandi við umleið 23.000 íbúgvum, har av umleið 18.000 í sjálvum høvuðsstaðnum, er á stødd við Frakland.

Nuuk er eisini heimstaður hjá stórum tali av føroyingum, og í hesi sendingini hitta vit tríggjar teirra; ein handilsleiðara, sum hevur ábyrgd fyri rakstrinum av fleiri matvøruhandlum í býnum, ein sjálvstøðugan elektrikara, ið selur og setur upp hvítvørur til grønlendskar familjur, eins og eigaran av størstu flutningsfyritøku í Grønlandi.

Lagt til rættis og gjørt sendingina hava: Kári Mikkelsen og Jens Jákup Hansen.

Ein dagur í Nuuk

Meðan bygdirnar og flestu býirnir kring grønlendsku strendurnar minka, stendur Nuuk, eins og Tórshavn, í stórum vøkstri. Landafrøðiliga er tó stórur munur á. Fólkaríkasta kommunan í Grønlandi við umleið 23.000 íbúgvum, har av umleið 18.000 í sjálvum høvuðsstaðnum, er á stødd við Frakland. Nuuk er eisini heimstaður hjá stórum tali av føroyingum, og í hesi sendingini hitta vit tríggjar teirra; ein handilsleiðara, sum hevur ábyrgd fyri rakstrinum av fleiri matvøruhandlum í býnum, ein sjálvstøðugan elektrikara, ið selur og setur upp hvítvørur til