Projekteringin byrjar næsta ár

Projekteringin byrjar næsta ár
Bergholið millum Gøtudal og Skálafjørðin er ikki gloymt
Fyri at sleppa undan Gøtueiði, skal berghol gerast millum Gøtudal (myndin) og Skálafjørðin.iu
 
28.03.2025 - 06:57


Bergholið millum Gøtudal og Skálafjørðin er ikki gloymt.

Sambært Landsverki verður klárt at prosjektera bergholið tíðliga í 2026.

Men treytin er sjálvandi, at pengar eru til tess. 

Í ár er ein millión játtað til at gera jarðfrøðiligu kanningarnar lidnar og halda fram at fyrireika bergholið.

Tað sigur Jóhan Christiansen, landsstýrismaður, í svari til Terja Beder, løgtingsmann.

Málið er ikki nýtt.

Í 2019 vóru tvær mió. kr. játtaðar til at fyrireika verkætlanina. 

Við í samferðsluætlan

Bergholið er við í samferðsluætlanini hjá Landsverki fyri árini 2018 til 2030.

Sambært henni skuldi bergholið gerast árini 2022 til 2025. Tað skuldi sostatt verið liðugt í ár.

Bergholið til Fámjins skuldi sambært samferðsluætlanini gerast eftir bergholið í Gøtudali. 

Landsverk dagførir samferðsluætlanina. 

Tað verður eitt gott grundarlag fyri at dagføra íløguætlan landsins. 

Gøtudalstunnilin, sum bergholið verður rópt, er ein týðandi liður í at útbyggja høvuðsvegakervið, og er ein skilagóð íløga, sigur Jóhan Christiansen.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Sunnudag 18. oktober
Bolero 18 oktt 2026
214959
Sunnudag 18. oktober
Guðstænasta í Hoyvíkar kirkju
214957
Sunnudag 18. oktober
Filosofiskur (5)
214898
Nýggjastu sendingar í SV
Sunnudag 18. oktober
Andaktin við Jørgeni Frantz Andreasen
214952
Sunnudag 18. oktober
Møti úr Nerija á Skála
214961
Leygardag 17. oktober
Sement 2026 (3:3)
214954
Fríggjadag 16. oktober
Veðrið
214926
Hósdag 15. oktober
Leivur vil liva
214858