Jarðskjálvtin kravt fleiri enn 1600 mannalív

Jarðskjálvtin kravt fleiri enn 1600 mannalív
Grannalondini senda nú bjargingarlið til Myanmar, eftir jarðskjálvtan, sum hevur kravt nógv mannalív
Mynd: Stringer/Reuters/Ritzau Scanpix  
 
30.03.2025 - 11:30

Í dag koma bjargingarlið úr grannalondunum hjá Myanmar til landið at hjálpa. 

Tað skrivar Reuters. 

Jarðskjálvtin rakti fríggjadagin og hevur higartil kravt 1644 mannalív.

3408 fólk hava fingið løstir og 139 eru ikki funnin enn, sigur hernaðarstjórnin í landinum.

India, Kina og Tailand, eru ímillum grannalondini, sum hava sent neyðhjálp og bjargingarlið til Myanmar.

Malaisia, Singapor og Russland hava eisini sent fólk at hjálpa við bjargingararbeiðnum. 

Undirstøðukervið í landinum er hart rakt av jarðskjálvtanum, eitt nú brýr, høvuðsvegir, flogvallir og jarnbreytir, og tí er ringt hjá bjargingarliðum at koma fram til tey, sum tørva hjálp.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Týsdag 18. august
Ja ella nei til ES?
211969
Týsdag 18. august
Ung lesa 7.partur - Kroppur og Sálarlív
210836
Mánadag 17. august
Poppverturin 12
208466
Nýggjastu sendingar í SV
Mikudag 19. august
Dagur og vika - teknmálstulkað
212006
Týsdag 18. august
Veðrið
211985
Týsdag 18. august
Dagur og vika - teknmálstulkað
211970
Mánadag 17. august
Veðrið
211923
Leygardag 15. august
Dagur og vika - teknmálstulkað
211870