78 færri persónbilar skrásettir í ár

78 færri persónbilar skrásettir í ár
Afturgongdin í bilsøluni er góð 24 prosent
Færri nýggir bilar verða seldir nú, og innflutningurin av brúktum akførum er eisini minkaður.
 
02.04.2025 - 08:06

243 nýggir persónbilar vóru skrásettir fyrsta ársfjórðingin í ár, 78 færri enn somu tíð í fjør, vísa tøl hjá Akstovuni.

Tað svarar til eina minking upp á góð 24 prosent.

Tilsamans vóru 88 færri akfør skrásett í mars í ár enn í mars í fjør.

Tað eru góð 32 prosent færri enn í fjør.

Brúktir bilar koma eisini til Føroya, men teir eru ikki nógvir.

Innflutt brúkt akfør, sum vóru skrásett, vóru bara 64 fyrsta ársfjórðing í ár. 

Tey vóru 151 fyrsta ársfjórðing í fjør. Talan er um eina minking upp á góð 57 prosent.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mikudag 28. oktober
Mono - 4. sending. 281026
215537
Mikudag 28. oktober
Aftaná - Partur 3: Kroppurin
215433
Mikudag 28. oktober
Eitt korter við klassiskum
215520
Týsdag 27. oktober
Norðurlandaráðsfundur og val í Ísrael
215449
Nýggjastu sendingar í SV
Mikudag 28. oktober
Einabúgvin í Kvívíksskor
215485
Mikudag 28. oktober
Dagur og vika - teknmálstulkað
215541
Mikudag 28. oktober
Dagur og vika - teknmálstulkað
215542