Tvær hendingar broyttu føroyskan uttanríkispolitikk

Tvær hendingar broyttu føroyskan uttanríkispolitikk
Bókin "Heimsins nalvi - føroyskur uttanríkispolitikkur i fjórðingsøld" verður givin út í dag
Árni Olafsson er millum teirra, sum hava skrivað um føroyskan uttanríkispolitikk í nýggju bókini, sum kemur út í dag.
 
02.04.2025 - 11:18

Tað vóru serliga tvær hendingar, sum broyttu føroyskan uttanríkispolitikk, sigur Árni Olafsson, fyrrverandi ráðgevi, nú bók verður givin út um føroyskan uttanríkispolitikk.

Árni Olafsson vísir á, at fyrra hendingin var í 1973, tá Danmark fór upp í EEC, sum ES æt tá, men Føroyar avgjørdu at standa uttanfyri.

Hin hendingin var í 1977,  tá fiskimørkini vóru flutt út, og Føroyar fingu serstaka fiskivinnuavtalu við EEC.

Hesar báðar hendingarnar gjørdu,  at føroyski uttanríkispolitikkurin av álvara tók dik á seg, sigur Árni Olafsson.

Sí innslag í Degi og Viku:

 

ARNI_OLAFSSON

 

 

 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í SV
Mikudag 7. oktober
Gylta gullið (5:5)
25040
Hósdag 1. oktober
Veðrið
214115
Hósdag 1. oktober
Virðislønir M. A. Jacobsens 2026
214129
Mikudag 30. september
Gylta gullið (4:5)
25026