- Tíðindi, mentan og ítróttur
Kai Yu tekur ímóti makreli frá føroyskum skipum

Kinesiska móttøkuskipið Kai Yu, sum Thor hevur leigað, tekur nú móti makreli frá føroyskum skipum. Kai Yu hevur tikið móti 600 tonsum frá Ennibergi og Ran, sum partrola, upplýsir Fiskiveiðieftirlitið.

Í gjár vóru fiskað góð 59.500 tons av makreli, upplýsir Fiskiveiðueftirlitið. Hetta eru 36.000 tons minni enn sama dag í fjør.

Finnur Fríði er tað skipið, ið sambært hagtølunum hevur fiskað mesta makrelin í summar. Skipið er skrásett at hava fiskað 15.200 tons.