KÍ vann á HB við tíggju ímóti ellivu

KÍ vann á HB við tíggju ímóti ellivu
KÍ spældi við tíggju ímóti ellivu síðsta hálva tíman í steypadystinum ímóti HB, men kortini eydnaðist tað klaksvíkingum at senda tannleysa heimaliðið úr steypakappingini
Bæði Páll Klettskarð og Aron Jarnskor Ellingsgaard hava spælt seg víðari í steypakappingini
Mynd: Leit (Finnur Justinussen)  
 
07.04.2025 - 20:47

Páll Klettskarð skeyt avgerandi málið í yvirtíðini, tá KÍ, sum mátti spæla við 10 ímóti 11 síðsta hálva tíman, sendi HB úr steypakappingini í 1. umfari.

Klaksvíkingar løgdu seg framum við máli frá Patriki Johannesen eftir einum korteri og høvdu fult tamarhald á í Gundadali. Fyritreytirnar hjá heimaliðnum batnaðu kortini munandi, tá Issah Ahmed Latif var útvístur tíggju minuttir inn í seinna hálvleik.

Kortini hótti HB sjáldan, meðan KÍ lá framvið við skjótum mótálopum. Ikki fyrrenn tá 81. minuttir vóru spældir, eydnaðist heimaliðnum at javna, tá Sammy Solitaire Siddharta Skytte gjørdi sær dælt av einum mistakið frá KÍ-málverjanum.

Nú var alt opið, men sjálvt um HB hevði ein mann meir, tóku teir seg longur aftur á vøllin, og tá var Páll Klettskarð klárur og avgjørdi.

 

Víkingur reisti seg

Víkingur hevur fingið eina vánaliga byrjan upp á FM-verjuna, men sterka steypaliðið gjørdi bart, tá høgt flúgvandi NSÍ kom á vitjan í Sarpugerði. 

Tað var kortini Aron Knudsen, sum legði útiliðið framum tíðliga. Teir ljósabláu svaraðu aftur við tveimum málum frá Poul Kallsberg og Stefani Radosavljevic, og eftir steðgin sló Jørgen Nielsen sigurin fastan.

Aðrastaðni skeyt Pætur Petersen hattrikk, tá B36 vann 3-1 á 07 Vestur á Dungasandi. AB sendi FC Suðuroy út við 1-0 heimasigri, og Skála eyðmýkti TB undir Mýruhjalla, har heimaliðið vann ikki minni enn 8-0. Martin Johansen dusaði sær við fýra málum ímóti Betri-deildarliðnum.

Mikukvøldið eru síðstu dystirnir í 1. umfari. FC Hoyvík tekur ímóti B71, og ÍF vitjar B68 á Svangaskarði.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Sunnudag 17. mai
Føroyskir sangir
208480
Sunnudag 17. mai
Bolero
208479
Sunnudag 17. mai
Guðstænasta í Argja kirkju
208477
Sunnudag 17. mai
Credo: Open doors
208404
Leygardag 16. mai
Jambalaja - 160526
208445
Nýggjastu sendingar í SV
Sunnudag 17. mai
Andakt
208482
Sunnudag 17. mai
Guðstænasta við Harmonikuvinum
208481
Leygardag 16. mai
Hondbóltur: Føroyar - Bosnia
208449
Fríggjadag 15. mai
Veðrið
208424
Fríggjadag 15. mai
Snipp snapp 2026 - teknmálstulkað
208400