Ógreitt um starvið verður lýst leyst

Ógreitt um starvið verður lýst leyst
Samstarvstrupulleikar gjørdu, at Henrik Weihe Joensen fór úr starvi á Tilbúgvingarstovninum hálvan august
Enn er ógreitt, um starvið, sum Henrik Weihe Joensen hevði á samanlagda stovninum, verður lýst leyst.

29.08.2012 - 12:54

Ikki er greitt enn, um starvið, sum Henrik Weihe Joensen hevði í samanlagda stovninum Fiskiveiðueftirlitið, Tilbúgvingarstovnurin og MRCC/Tórshavn Radio, verður lýst leyst. Henrik Weihe Joensen var stjóri á Tilbúgvingarstovninum, leiðari á Brunaumsjónini og fyribils leiðari á MRCC/Tórshavn Radio.

Samstarvstrupulleikar millum Henrik Weihe Joensen og Elmar Højgaard, stjóra á Fiskiveiðueftirlitinum og á samanlagda stovninum, gjørdu, at Henrik Weihe Joensen fór úr starvi hálvan august. Elmar Højgaard tók við leiðsluuppgávunum hjá Henrik Weihe Joensen, tá hann fór.

Ósamdir um tilbúgvingina

Henrik Weihe Joensen og Elmar Højgaard vóru ósamdir um, hvussu tilbúgvingin skal skipast, og um leiðsluna á samanlagda stovninum. Sjálvt navnið á nýggja stovninum kundu teir báðir ikki semjast um. Henrik Weihe Joensen vildi brúka navnið Tilbúgvingarstovnur Føroya. Men Elmar Højgaard vildi brúka gamla navnið Vaktar- og Bjargingartænastan.

Avgjørt er ikki enn, hvussu stovnurin skal eita, sigur aðalstjórin í Fiskimálaráðnum, Rógvi Reinert.

Gevast við samanleggingini

Henrik Weihe Joensen mælti eisini til at gevast við samanleggingini, men heldur skipa Tilbúgvingarstovnin og MRCC/Tórshavn Radio sum ein stovn og Fiskiveiðueftirlitið og annað í ein stovn. Hann kom við uppskoti um ein heilt nýggjan bygnað.

Men tað vann ikki frama í Fiskimálaráðnum.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mánadag 15. desember
RagnarRokk: Junior Bourcier um Atomik Train
201536
Mánadag 15. desember
Góðan morgun Føroyar
201507
Mánadag 15. desember
Morgunlestur mánadagur 15.desember 2025
200534
Sunnudag 14. desember
Sunnudagstónar 14. desember 2025
201488
Sunnudag 14. desember
Ættirnar syngja og suða
201485
Nýggjastu sendingar í SV
Sunnudag 14. desember
Guðstænasta úr Havnar kirkju
201481
Sunnudag 14. desember
Andaktin 3.sunnudag í advent
201480
Leygardag 13. desember
Dagur og vika - teknmálstulkað
201454
Fríggjadag 12. desember
Veðrið
201444
Fríggjadag 12. desember
Dagur og vika - teknmálstulkað
201424