Vestmannavegurin stongdur eina løtu afturat

Vestmannavegurin stongdur eina løtu afturat
Løgreglan sigur, at vegurin er stongdur, tí ein førari varð steðgaður og ikki vil úr bilinum.
 
13.04.2025 - 14:53

Løgreglan sigur at Vestmannavegurin er stongdur, tí ein bilførari varð steðgaður og ikki vil úr bilinum. Við atlit til trygdina hjá viðkomandi, løgregluni og øðrum, so er vegurin stongdur. 

Løgreglan leggur dent á, at øll óviðkomandi skulu halda seg burtur frá Vestmannavegnum og at vegurin verður stongdur eina løtu afturat. 

Tað er ikki greitt júst hví bilførarin varð steðgaður, løgreglan sigur bert, at tað var tí, at løgreglan skuldi hava fatur á viðkomandi. 

 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Týsdag 20. oktober
Vitan
215009
Mánadag 19. oktober
Norðurljóð 19.oktober 2026
214430
Mánadag 19. oktober
RagnarRokk: Brian Tichy um Led By Vultures
214018
Nýggjastu sendingar í SV
Týsdag 20. oktober
Veðrið
215101
Týsdag 20. oktober
Dagur og vika við 3-2 - teknmálstulkað
215053
Mánadag 19. oktober
Veðrið
215028
Mánadag 19. oktober
Leivur vil liva - teknmálstulkað
215025