Óli stórspælandi í Sävehof-hálvfinalu

Óli stórspælandi í Sävehof-hálvfinalu
Óli Mittún skeyt 10 mál, tá IK Sävehof vann á Ystad í aðru hálvfinaluni í svenska endaspælinum um meistaraheitið
 
15.04.2025 - 09:29

Óli Mittún var stórspælandi, tá IK Sävehof vann á Ystad í aðru hálvfinaluni í kappingini um svenska meistaraheitið og javnaði til 1-1.

Ungi bakspælarin skeyt ikki minni enn 10 mál upp á 11 royndir í 35-28 sigrinum á heimavølli í Partille. Harumframt átti hann næstseinastu hond á fimm málum hjá heimaliðnum. 

Við sigrinum heldur Óli Mittún lív í vónini um enn eitt svenskt meistaraheiti við IK Sävehof, áðrenn hann skiftir til GOG í donsku deildini í summar.

IK Sävehof og Ystad spæla triðju hálfinaluna skírisdag.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Hósdag 5. november
RagnarRokk 5.november 2026
215048
Hósdag 5. november
Nýtt ljóð
215977
Nýggjastu sendingar í SV
Hósdag 5. november
Veðrið
215981
Hósdag 5. november
Talvið um Tinganes (1:2)
215911
Mikudag 4. november
Hondbóltur: Føroyar - Kosovo
215928
Mikudag 4. november
Dagur og vika - teknmálstulkað
215890
Mikudag 4. november
Dagur og vika - teknmálstulkað
215891