Sigert: Endamálið hjá landsstýrinum vendir á høvdinum

Sigert: Endamálið hjá landsstýrinum vendir á høvdinum
Vit skulu gerast meira sjálvbjargin, men Bóndafelagið sigur, at ein beinleiðis avleiðing av uppskotinum til løgtingslóg um landsjørð er, at framleiðslan minkar
 
15.04.2025 - 19:10

Aðalmálið í nýggja landbúnaðarpolitikkinum frá landsstýrinum er, at vit skulu menna føroyskar landbúnaðarvørur og gerast meira sjálvbjargin.  

Men Bóndafelagið sigur, at ein beinleiðis avleiðingin av uppskotinum til løgtingslóg um landsjørð er, at framleiðslan fer at minka - altso tað øvugta av endamálinum hjá landsstýrinum. .

Verandi skipan kom við liberaliseringini av landbúnaðinum í 2007. Tá varð staðfest at festarin hevur heimild at selja festibrævið við sethúsið, fjósi og ymiskum bygningum á festinum, men festarin hevur ikki ræðisrætt yvir jørðina. 

Við lógarbroytingunum, sum nú eru í uppskoti, verður rætturin hjá festaranum at selja bygningar í festinum tikin aftur. 

Hoyr innslag í tíðindunum á nátturða:

Siggert_Patursson_Bondafelagid

 

Sirið Stenberg, landsstýriskvinna í vinnumálum sigur, at við virðing fyri løgtinginum og vinnunevndini, vil hon ikki viðmerkja uppskotið til broyting í løgtingslóg um landsjørð , fyrr enn hon hevur havt ein fund við vinnunevndina. 

Landsstýriskvinnan sigur, at fundur verður við vinnunevndina tann 23. apríl, og bíðar til eftir fundin at gera viðmerkingar til málið.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Sunnudag 18. oktober
Bolero 18 oktt 2026
214959
Sunnudag 18. oktober
Guðstænasta í Hoyvíkar kirkju
214957
Sunnudag 18. oktober
Filosofiskur (5)
214898
Nýggjastu sendingar í SV
Sunnudag 18. oktober
Andaktin við Jørgeni Frantz Andreasen
214952
Sunnudag 18. oktober
Møti úr Nerija á Skála
214961
Leygardag 17. oktober
Sement 2026 (3:3)
214954
Fríggjadag 16. oktober
Veðrið
214926
Hósdag 15. oktober
Leivur vil liva
214858