Barlastvatnið ein hóttan móti alivinnuni

12.11.2013 - 10:20
Innlendis›Vinna
Barlastvatnið ein hóttan móti alivinnuni
Tiltøk mugu setast í verk, soleiðis at smitta ikki verður flutt til føroysku alibrúkini við barlastvatni hjá skipum, sigur Jóhan Dahl

Amøban, sum elvir til táknusjúkuna AGD, er staðfest í føroyskum alibrúkum. Illgruni er um, at sjúkan verður flutt millum alibrúk gvið barlastvatni frá skipum.

Tað sigur landsstýrismaðurin við vinnumálum, Jóhan Dahl.

Johan Dahl hevur biðið landsstýrismannin við fiskivinnumálum koma á fund at viðgera støðuna, Jacob Vestergaard, sum umsitur skipamál í landsstýrinum, vil ikki seta reglur um barlastvatn í gildi í Føroyum fyrr enn altjóða sáttmálin, IMO-sáttmálin, verður settur í gildi.

Men Jóhan Dahl, sum varðar av alivinnuni, hevur ikki hug at bíða so leingi. Málið má loysast nú, sigur hann.

 
Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV
Týsdag 3. november
Veðrið
215860
Týsdag 3. november
Dagur og vika við 3-2 - teknmálstulkað
215820
Mánadag 2. november
Veðrið
215775