Lekur framvegis í H-bygninginum

Lekur framvegis í H-bygninginum
Nú skal svar frá sýni vísa á, um klædningurin á bygninginum skal skiftast
06.05.2025 - 19:19

Í spildurnýggja H-bygninginum á Landsjúkrahúsinum eru tað starvsfólk, sum hava til vana at turka upp eftir lekum.

Hetta var ein trupulleiki í fjør og í dag er støðan enn hin sama. Nú bíðar Landsverk eftir svari frá sýni, sum skal siga, um klædningurin á bygninginum skal skiftast.

Sýn og meting

Sýnið bleiv gjørt 1. apríl í ár, og frágreiðingin verður klár hálvan juni.

Tað er Landsverk, sum á sinni setti byggifyritøkuna MT Højgaard at gera stóran part av arbeiðnum.

Og sambært Landsverki er tað tí MT Højgaard, sum hevur ábyrgdina av at rætta uppá tey viðurskifti, sum ikki eru mett at vera í ordan. 

Av tí at MT Højgaard ikki hevur gjørt hetta, skal sýnið nú liggja til grund fyri einum møguligum kravi móti MT Højgaard.

 
Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Hósdag 7. mai
Eitt korter við
208021
Hósdag 7. mai
Breddin: Ójavni
208015
Hósdag 7. mai
Ein løta við arbeiðaraskaldinum
208012
Mikudag 6. mai
Dylan 85
207986
Nýggjastu sendingar í SV
Mikudag 6. mai
Dagur og vika - teknmálstulkað
207968
Týsdag 5. mai
Veðrið
207947
Mánadag 4. mai
Veðrið
207904