H71 avgjørdi FM í Hoyvík

H71 avgjørdi FM í Hoyvík
Kvinnurnar hjá H71 vunnu sítt triðja føroyameistaraheiti upp á fýra ár, tá tær vunnu á Kyndli í fjórðu finaluni á heimavølli í Hoyvík
Elsa Egholm lyftir steypið eftir sín síðsta dyst fyri H71 í hesum umfarinum. Hon skal spæla í donskum hondbólti næsta ár
Mynd: Andrei Antal  
 
08.05.2025 - 07:52

H71 vann fjórðu FM-finaluna á Kyndli og tryggjaði sær sítt triðja føroyameistaraheiti upp á fýra ár.

Maria Halsdóttir Weyhe og hinir hoyvíkingarnir vóru vónbrotnar um vikuskiftið, tá tað eydnaðist Kyndli at minka til 2-1 í røðini, men tær svaraðu aftur við flottum avriki í Hoyvíkshøllini.

Heimaliðið var omaná frá byrjan og fór til hálvleiks við eini 12-9 leiðslu, og hóast Kyndil kom upp á 16-16 eftir steðgin, helt H71 høvdið kalt og vann 26-24.

Anna Elisabeth Halsdóttir Weyhe (7) og Maria Halsdóttir Weyhe (5) vóru toppskjúttar hjá H71, meðan Bjarta O. Johansen (6) og Turið Arge Samuelsen (5) skoraðu mest fyri Kyndil.

Hetta er vónbrot fyri Kyndil, sum vann allar dystirnar í grundspælinum og steypakappingina í februar.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mikudag 28. oktober
Mono - 4. sending. 281026
215537
Mikudag 28. oktober
Aftaná - Partur 3: Kroppurin
215433
Mikudag 28. oktober
Eitt korter við klassiskum
215520
Týsdag 27. oktober
Norðurlandaráðsfundur og val í Ísrael
215449
Nýggjastu sendingar í SV
Týsdag 27. oktober
Veðrið
215479
Mánadag 26. oktober
Veðrið
215405
Sunnudag 25. oktober
Bygdarlív 2 - Porkeri
215341
Sunnudag 25. oktober
Andakt við Hjalgrim Fonsdal Højgaard
215339