Lonin í Skopun stendur ikki at bjarga

Lonin í Skopun stendur ikki at bjarga
Í næstum letur størsti matvøruhandilin í Skopun aftur. Fleiri fara til Havnar til handils, nú tunnilin er komin. Hetta er ein harmilig gongd, halda fleiri
0 seconds of 0 secondsVolume 90%
Press shift question mark to access a list of keyboard shortcuts
00:00
00:00
00:00
 
09.05.2025 - 19:25

Í Skopun letur matvøruhandilin Lonin aftur.

Mann fær tað ikki at mala runt - millum annað tí fólk heldur fara til Havnar til handils. Tað sigur Sámal Hanni Lognberg, eigari.

Stendur ikki at bjarga

Í Lonini í Skopun hevur mann gjørt, hvat mann kann fyri at bjarga handilsvirkseminum.

Príshækkingin ger sítt, og nú tunnil knýtir Sandoynna til meginøkið, velja fleiri eisini at fara til Havnar at keypa inn, sigur Sámal Hanni Lognberg.

Í bygdini eru fólk hørm um, at Lonin fer í søguna.

Eldhús stríddist ímóti

Í Eldhús á Sandi hevur mann verið stúrin um hesa somu gongd. 

Tað var nevniliga um reppið at Eldhús, sum er einasti matvøruhandil á Sandi, endaði við somu lagnu. 

Men nýggju eigarirnir mettu tað verða avgerandi at bjarga handilsvirkseminum í bygdini.

Týdning fyri eldra ættarliðið

Fyri eldra ættarliðið hevur tað alstóran týdning við handilsmøguleikum í nærøkinum. 

Anna Ørvarodd Hentze er uppi í árunum, og fyri hana hevur tað nógv at siga, at tað ber til hjá henni at fara til handils á Sandi.

"Tað gevur nógv, ógvuliga nógv," sigur hon og leggur aftrat:

"Hvat skuldi eg gjørt, um ongin handil var? Eg eri 90 ár."
 

 
Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mánadag 9. juni
Poppverturin
193018
Mánadag 9. juni
Morgunlestur mánadagur 9.juni 2025
192949
Sunnudag 8. juni
Kórstevnan 2025 - fyrra sending
192995
Nýggjastu sendingar í SV
Sunnudag 8. juni
Andakt við Bergi Debes Joensen
192984
Sunnudag 8. juni
Guðstænasta úr Havnar kirkju
192979
Leygardag 7. juni
Dagur og vika - teknmálstulkað
192956