Lyon Hansen: "Sangir um alt millum himmal og jørð"

Lyon Hansen: "Sangir um alt millum himmal og jørð"
Herfyri gav Lyon Hansen út sína aðru heildarútgávu, "Skull-Seized Kingdom", við 11 sangum. Í hesum sambandi verður Lyon Hansen gestur í sendingini LEITISSTEIN í annaðkvøld
 
12.05.2025 - 16:37

Í annaðkvøld, týskvøldið, er sangarin og sangskrivarin Lyon Hansen gestur í sendingini LEITISSTEIN, sum verður send beinleiðis í útvarpinum klokkan 21. 

Við sær í skjáttuni hevur Lyon Hansen sína nýggju plátu, "Skull-Seized Kingdom", sum er onnur pláta hansara. "Lyon" kom út í 2016. 

 

Hvussu vilt tú lýsa nýggju plátuna hjá tær, 'Skull-Seized Kingdom'?

»Skull-sized Kingdom er ein pláta við enskum og føroyskum sangum, sum eg havi skrivað. Teir snúgva seg um alt millum himmal og jørð. Sangirnir eru síðani vandir og spældir inn live saman við studio-tónleikarunum Karl Andrias Stóra, Kristian Paula Elleffsen og Hjørtur Háberg. Eisini er Guðrið Hansdóttir gestasangari á tveimum teimum seinastu sangunum, og tað eri eg sera glaður fyri. «

 

Nú kallast plátan "Skull-Seized Kingdom". Hvat liggur í hesum?

»Ja, hon kallast Skull-sized Kingdom. Navnið kemur frá einari talu hjá einum rithøvundi, har hann hugleiddi um, at í minsta lagið eru vit øll keisarar í okkara egna skøltastødda kongaríkið. Eg helt hetta vera eina stuttliga mynd upp á tað innara lívið.«

 

 

Og hvussu er nýggja plátan tónlistarliga øðrvísi enn debutplátan, heldur tú?

»Eg haldi hon er kanska eitt sindur stuttligari og ljósari.«

 

Á debutplátuni hjá tær, "Lyon", frá 2015 vóru allir sangirnir á enskum. Á nýggju plátuni eru seks enskir sangir og fýra føroyskir. Hví tað?

»Í 2016 skrivaði eg bara á enskum. Nú skrivi eg eitt sindur á føroyskum eisini. Í mínum skøltastødda kongaríkið eru enskt og føroyskt høvuðsmálini.«

 


Hvat: LEITISSTEIN
Hvar: Í útvarpinum og á KVF Ljóð
Nær: Týskvøld kl. 21 (live), hósdag kl. 13, og tá tað passar tær á KVF Ljóð

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Leygardag 20. juni
Morgunlestur leygardagur 20.juni 2026
209568
Fríggjadag 19. juni
Vikuskiftið 19 juni 2026
209945
Fríggjadag 19. juni
HM-poddurin: Fyrsta vikan
209929
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 19. juni
Veðrið
209937
Fríggjadag 19. juni
Dagur og vika - teknmálstulkað
209901
Hósdag 18. juni
Veðrið
209894
Týsdag 16. juni
Dagur og vika - teknmálstulkað
209810
Týsdag 16. juni
Veðrið
209804