- Hon hevur avgjørt ein góðan møguleika at klára seg væl

- Hon hevur avgjørt ein góðan møguleika at klára seg væl
Veddingarfyritøkurnar siga nú, at Sissal fer at koma á 19. pláss í finaluni. - Men vit hava sæð, at Sissal megnar at gera teirra spádómar til skammar, sigur Rúni Jákupsson
 
16.05.2025 - 14:23

- Sissal hevur absolutt ein møguleika at klára seg væl í finaluni. Eg síggi, at veddingarfyritøkurnar hava hana í dag á 19. plássið av teimum 26, sum eru við í finaluni annaðkvøld. Men nú hevur Sissal víst, at hon megnar at gera teirra spádómar til skammar og tí er tað als ikki óhugsandi, at hon kann standa seg enn betur enn tað. Tað sigur Rúni Jákupsson, sum var staddur í Basel gjárkvøldið, tá Sissal Jóhanna Norðberg Niclasen sang seg víðari í Eurovision finaluna sum tann fyrsti føroyingurin nakrantíð. Tá Sissal stóð á palli, var hann saman við túsundtals Eurovision fjepparum í Eurovision Village og rómurin var ótrúligur. Fjepparanum dámdi so mikið væl 'Hallucination' og framførslan var kanska millum tær, sum fingu ta bestu móttøkuna av øllum í seinni semifinaluni í gjárkvøldið. 

 

1743925

 

 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Hósdag 15. oktober
RagnarRokk 15.oktober 2026
214008
Hósdag 15. oktober
Nýtt ljóð
214851
Hósdag 15. oktober
Breddin: Fólkaskúlin og tøkni
214809
Nýggjastu sendingar í SV
Hósdag 15. oktober
Leivur vil liva
214858
Hósdag 15. oktober
Veðrið
214846
Týsdag 13. oktober
Úr savninum: Havið ímillum (2:2)
110938
Týsdag 13. oktober
Veðrið
214715
Mánadag 12. oktober
Veðrið
214655