- Tíðindi, mentan og ítróttur
74 feløg send í skiftirættin

Skráseting Føroya hevur sent 74 feløg í skiftirættin til tvingsilsavtøku, tí at tey framvegis ikki hava latið inn roknskapin fyri 2011.

Skiftirætturin skal nú viðgera tey 74 feløgini fyri at fáa greiði á, um nøkur ogn er í feløgunum. Er nakað at fara eftir, verður farið undir trotabúarviðgerð. Er einki at fara eftir, verður felagið upployst uttan nakra viðgerð.

Tað er rættiliga vanligt, at feløg verða send í skiftirættin, tí tey ikki lata inn roknskap. Í fjør vórðu 87 feløg send í skiftirættin, og fyrraárið var talið 90.

Feløg hava skyldu at lata inn roknskap seks mánaðir eftir at roknskaparárið endar. 3. juli í ár sendi Skrásetingin rykkjarar til umleið 1000 feløg, sum framvegis ikki høvdu latið inn roknskapin fyri 2011. Fríggjadagin fall hamarin hjá teimum, sum framvegis ikki høvdu latið inn roknskapin, og 74 feløg vórðu tí send í skiftirættin til tvingsilsavtøku.