Estetiskur fimleikur: Finalubrak við Tjarnir

Estetiskur fimleikur: Finalubrak við Tjarnir
Lyra úr Ljósinum og Mira úr Havnar Fimleikafelag kappast um FM-heitið hjá kvinnum í stóra finalubrakinum við Tjarnir, sum Kringvarpið vísir í sjónvarpinum
 
18.05.2025 - 10:24

Lyra er favorittur til FM-heitið hjá kvinnum eftir innleiðandi FM-kappingina í estetiskum fimleiki, sum var við Tjarnir í gjár.

Kvinnurnar úr Ljósinum fingu 23,78 stig, meðan kappingarneytarnir Mira úr Havnar Fimleikafelag fingu 23,03 stig. 

Saman við 21 liðum í øllum aldursbólkum skulu kvinnuliðini aftur á gólvið við Tjarnir í dag í seinnu finaluni, sum byrjar klokkan 14.00. Kringvarpið vísir finaluna beinleiðis í sjónvarpinum.

 

20 ára hátíðarhald

Tað eru 20 ár síðan føroyskur fimleikur fór undir altjóða AGG fimleikin - betur kendur sum estetiskur fimleikur - og hetta verður hátíðarhildi við at hava føroyameistarakappingina við Tjarnir.

Afturat hesum hevur kappingarárið verið søguligt, skrivar Føroya Fimleikasamband.

Í ár eru 21 lið í fýra feløgum – Havnar Fimleikafelag, Ljósið, Klaksvíkar Fimleikafelag og Støkk, sum fyri fyrstu ferð skulu kappast í fýra kappingum. Í ár hava nevniliga tríggjar steypakappingar verið - í Havn, Runavík og fyri fyrstu ferð í Klakvík - umframt sjálvt FM, sum verður í nýggju stórhøllini.

 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Hósdag 30. juli
RagnarRokk 30.juli 2026
209740
Hósdag 30. juli
RagnarRokk: Phil Pendergast um Khemmis
209739
Mikudag 29. juli
Ringreiðin 2026
211376
Nýggjastu sendingar í SV
Mikudag 29. juli
Reyðar baklyktir á vegnum
16327
Mikudag 29. juli
Tórshavnar Big Band: Minnist tú enn
75425
Mikudag 29. juli
Upp á gólv - Ólavsøkudagur
211375
Mikudag 29. juli
Tingið verður sett - teknmálstulkað
211373