Sissal kláraði seg væl

Sissal kláraði seg væl
Avrikið kundi verið øðrvísi, um Sissal hevði verið meira í fokus á skíggjanum, sigur Gunnar Nolsøe, Eurovision-viðmerkjari hjá Kringvarpinum
 
18.05.2025 - 18:26

- Tað var ein hørð kapping í gjárkvøldið. Hon hevði uppiborið at verið longri upp, men hon hevur gjørt ein fantastiska góðan figur.

Tað sigur Gunnar Nolsøe, Eurovision-viðmerkjari í Kringvarpi Føroya um avrikið hjá Sissal Jóhonnu Norðberg Niclasen í Eurovision-finaluni í gjárkvøldið.

Sissal endaði á 23. plássi, sum er fjórðaftast, men tað tók hon við einum smíli. Eisini hóast hon hevði væntað eitt annað úrslit.

Spurdur, hvør orsøkin var til, at Sissal endaði á 23. plássi heldur enn longur frammi, sigur Gunnar Nolsøe. 

- Tað er ilt at siga. Eg las ein Eurovision-serfrøðing, sum segði, at kanska hevði man valt at fokusera ov lítið á Sissal á skíggjanum. Kanska er okkurt um tað, at vit skuldu sæð meira til hana á skíggjanum.

Gunnar Nolsøe varð eisini spurdur, hvat danir siga til Sissal Jóhonnu sum danskt umboð til ársins Melodi Grand Prix.

- Tað vóru nógvar ymiskar røddir at byrja við - og hon fekk nógv omanyvir seg. Men hon dugir væl at taka tað, sum kanska ikki var so pent sagt, sigur Gunnar Nolsøe og leggur afturat, at vit síni stóru rødd og glaða lyndi hevur Sissal Jóhanna verið ein, ið hevur bygt brýr og vinarløg til ársins Eurovision-finalu.

Trýst á leinkið niðanfyri og hoyr alt innslagið, sum var í tíðindunum klokkan 18.

1744124

 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Fríggjadag 9. oktober
Beinleiðis úr Studio 5 - Eivør
214535
Fríggjadag 9. oktober
RagnarRokk: Andreas Clark um One Of Us
214014
Hósdag 8. oktober
Nýtt ljóð
214501
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 9. oktober
Dagur og vika - teknmálstulkað
214531
Hósdag 8. oktober
Veðrið
214507
Mikudag 7. oktober
Gylta gullið (5:5)
25040
Mikudag 7. oktober
Dagur og vika - teknmálstulkað
214423