Átalu fyri ikki at handfara innlitsumbøn rætt

Átalu fyri ikki at handfara innlitsumbøn rætt
Tórshavnar kommuna gav eftir 44 døgum klagaranum noktandi svar uttan at kunna um seinkingina, og nær avgerð kundi væntast
Tórshavnar kommuna hevur fingið átalu frá Løgtingsins umboðsmanni.
 
22.05.2025 - 14:44

Tórshavnar kommuna hevur fingið átalu frá Løgtingsins umboðsmanni.

Kommunan fær átaluna fyri ikki at handfara eina innlitsumbøn rætt og fyri at bróta góðan fyrisitingarsið.

Tórshavnar kommuna gav eftir 44 døgum klagaranum noktandi svar uttan at hava givið kunning frammanundan um orsøkina til seinkanina, og nær ein avgerð kundi væntast.

Hetta helt umboðsmaðurin vera átaluvert. Umboðsmaðurin sigur eisini, at grundgevingin fyri at nokta umbønini ikki leyk kravið um grundgeving í fyrisitingarlógini, og at heimildin í innlitslógini, sum kommunan hevði brúkt, kundi ikki brúkast í hesum føri.

 

Atfinningarsamt

Haraftrat heldur umboðsmaðurin tað vera atfinningarsamt, at Tórshavnar kommuna ikki hevði viðgjørt møguleikan at gera klagaran kunnigan við upplýsingar, sum ikki vóru undantiknar skjalainnliti.

At enda vísti umboðsmaðurin á, at kommunan átti at hildið  klagumálsfreistirnar, sum umboðsmaðurin hevði sett.

Klagarin bað um innlit tann 30. oktober í fjør, og umbønin var ikki avgreidd fyrr enn tann 13. desember, tá kommunan gav klagaranum noktandi svar til umbønina.

Seinni, eftir at klagað varð til umboðsmannin, var játtað klagaranum fult innlit í málið.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Hósdag 26. mars
Eitt korter við jazzi
206252
Hósdag 26. mars
Morgunlesturin hósdagur 26.mars 2026
205923
Mikudag 25. mars
Valkøn 25. mars 2026
206228
Mikudag 25. mars
Fyrsta val 25. marts 2026
206200
Nýggjastu sendingar í SV
Hósdag 26. mars
Veðrið
206297
Mikudag 25. mars
Løgtingsval 2026: Forfólkaumfar
206224
Mikudag 25. mars
Fólkatingsval 2026 - teknmálstulkað
206194
Týsdag 24. mars
Fólkatingsval 2026
206167