Føroyingar arbeiða framvegis mest

Føroyingar arbeiða framvegis mest
Í fjør var vinnutíttleikin hjá teimum, sum eru millum 15 og 74 ár, 85 prosent
Føroyar hava framvegis størsta vinnutíttleika í Evropa.
Mynd: Hagstovan  
 
23.05.2025 - 09:45

Føroyar hava framvegis størsta vinnutíttleika í Evropa, skrivar Hagstovan.

Í fjør var vinnutíttleikin hjá teimum, sum eru millum 15 og 74 ár, 85 prosent.

85 prosent teirra arbeiddu.

Vinnutíttleikin er serliga stórur hjá føroyskum kvinnum.

Ísland er á øðrum plássi. Har er vinnutíttleikin 80 prosent.

Í Svøríki og Danmark var vinnutíttleikin 74 prosent í fjør.

Hann var 73 prosent í Noregi.

Triði hvør millum 70 og 74 ár í Føroyum arbeiða.

Hetta er meira enn dupult so nógv sum í Íslandi og Danmark. 

 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Fríggjadag 7. august
RagnarRokk: Frode Glesnes um Lifeblood
209147
Hósdag 6. august
RagnarRokk 6.august 2026
209832
Hósdag 6. august
RagnarRokk: A.A.Williams um Solstice
209828
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 7. august
Veðrið
211659
Mikudag 5. august
Dagur og vika - teknmálstulkað
211581
Týsdag 4. august
Veðrið
211558