Virkandi prestur í Suðurstreymoyar vestara prestagjaldi

Virkandi prestur í Suðurstreymoyar vestara prestagjaldi
Lis Samuelsen er sett at røkja starvið í juni og juli
Lis Samuelsen, prestur.
Mynd: Bjarni Árting Rubeksen  
 
23.05.2025 - 15:19

Lis Samuelsen er sett sum virkandi sóknarprestur í Suðurstreymoyar vestara prestagjald í juni og juli, skrivar fólkirkjan.fo.

Á felags kirkjuráðsfundi í gjár innstillaðu kirkjuráðini Lis Samuelsen til tænastuna, og biskupur hevur sett hana í tíðaravmarkaða kallið.

Lis Samuelsen hevur drúgvar royndir sum prestur. Í 12 ár var hon prestur í Sorø Klosterkirke í Danmark.

Eisini hevur hon verið herprestur hjá tí donsku verjuni, har hon m.a. hevur verið í Estlandi í tríggjar mánaðir og arbeitt sum herprestur. 

Lis Samuelsen hevur seinastu tíðina eisini avloyst sum prestur í fólkakirkjuni, m.a. í Norðstreymoyar prestagjaldi í februar, mars og apríl.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mikudag 1. juli
Skratsj 1. juli 2026
210398
Mikudag 1. juli
HM-tíðindi 1. juli 2026
210394
Mikudag 1. juli
Morgunlestur mikudagur.
210323
Týsdag 30. juni
Ung lesa 1.partur - Rúnaspá
210339
Nýggjastu sendingar í SV
Mikudag 1. juli
Dagur og vika - teknmálstulkað
210384
Týsdag 30. juni
Veðrið
210360