Tim Christensen tulkar Depeche Mode

Savnsmynd
Tim Christensen tulkar Depeche Mode
Danski sangarin Tim Christensen hevur gjørt eina akkustiska útgávu av sanginum Enjoy The Silence. Eitt serligt videolag er akkurát útkomið av sanginum.
14.11.2013 - 14:30

Í fjør summar var tað meiningin, at danski sangarin Tim Christensen skuldi luttaka á G! Festivalinum. Men hetta vildu veðurgudarnir ikki, so hann var eftir í Danmark. Hann er kendur úr bólkinum Dizzy Mizz Lizzy og eisini sum einstaklingur.

 

Nú er Tim aktuellur við einum nýggjum videolagi. Hann hevur tulkað heimskenda lagið "Enjoy The Silence" hjá bólkinum Depeche Mode. Lagið varð innspælt í fjør, og tá vóru tað ikki nógv, ið dámdu tað, skrivar Gaffa.dk. Sjálvt um lagið ikki varð væl móttikið av donsku fjepparunum, dámdi forsangarin í Depeche Mode tað væl.

 

- Tá Depeche Mode spældu í Parkini, (…) fekk eg møguleikan at spæla mítt eyðmjúka coverlag fyri Martin Gore. (…) Hann var virkuliga villur við tí og rósti ikki minst mátan, eg hevði umsett sangin til fingraspæl á guitaranum. Hetta bleiv eg sjálvandi sera glaður fyri, sigur Tim Christensen við Gaffa.dk.

 

Talan er um eitt ”one take-videolag”, har Tim súkklar runt í Keypmannahavn uttan steðg.

 

Videolagið kann síggjast her.

 

 
 

 

 

Sissal bloggar: #2. partur Sissal Drews Hjaltalin bloggar frá Cannes-festivalinum
Sissal bloggar: #1. partur Sissal Drews bloggar frá Cannes-festivalinum
Topp 10: Mest lisnu greinar á Röddini 2018 Her er ein listi yvir mest lisnu greinarnar í 2018
Sigarettirnar eru skiftar út við snús Fólkaheilsuráðið gav fyri stuttum út nýggja Gallup-kanning, sum vísir, at føroyingar roykja minni enn nakrantíð. Sambært kanningini roykja 25 % av...
Jólakalendarin: tiltøk í desember Tað eru sjálvandi eisini nógv tiltøk á skránni hendan jólamánaðan.